Ferðin til Fraklands góð. Hálvantriðja tíma tók tað at flúgva úr Vágum til Brest í Frankaríki, og frá sjálvum flogvøllinum tók tað hálvanannan tíma við bussi til Trégoier, har føroyska ferðalagið varð eskorterað av fronskum løgreglumonnum á motorsúkklu. Í býnum Trégoier, har føroyska ferðalagið heldur til og sum liggur skamt frá Guingamp, har dysturin verður spældur leygardagin, siga tey frá hampiligum veðrið næstu dagarnar. Sólglottar og sirm, meðan hitin verður umleið 15 stig.









