Fótbóltshugaðu gøtufólkini hava ofta frøtt seg um FM sigrar og sigrar í steypakappingini. Tá tey komu aftur úr Gundadali sunnudagin bendi einki á, at talan so at siga var um uppafturkók. Gleðin um lutabrævið í løgmanssteypinum var stór, og tað var ikki at undrast á. Aðrar ferðir hevur GÍ verið favorittur. Hesa ferð var HB favorittur.
Men gøtumenn hvíla ikki á steypasigrinum. Málini fyri tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, eru at arbeiða seg so langt upp eftir stigatalvuni, sum tað ber til, og at standa seg væl í Europa Cup kappingini.
GÍ skal spæla ímóti svenska vinarbýnum hjá Klaksvíkini, Norkõping. Fyrri dysturin, sum verður á heimavølli skal sambært skránni spælast 10. august.
Gøtumenn hava fleiri ferðir verið í Danmark á venjingarlegu í summarsteðginum, og soleiðis verður tað eisini í ár. 20 spælarar fara annan fríggjadag við Norrønu. Saman við konum og børnum skulu teir halda frí, venja og spæla dystir í Lemvig, har teir hava verið tvær ferðir áður.
Gøtufólkini vera aftur í Føroyum mánadagin 26. juli.
Nú mánadagin verður venjarin hjá GÍ, Johan Nielsen, 60 ár. Í tí sambandinum bjóðar GÍ til móttøku í GÍ húsinum seinnapartin í morgin.
jh;r fyrru ferðirnar, at Hanus Eliasen byrjaði í álopinum, og at Bjarni Jørgensen var á beinkinum.
Í tí fyrsta dystinum vórðu tríggjar útskiftingar gjørdar. Í 36. minutti komu Atli Danielsen, KÍ, og Hanus Eliasen, ÍF, á vøllin fyri Hjalgrím Elttør og Bjarna Jørgensen, og í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Áka Leitisstein Hansen.
Í næsta dystinum varð málverjin skiftur í steðginum. Tá avloysti Arnfinn í Bartalsstovu, GÍ, Pól N. Joensen. Samstundis kom Bárður Christiansen, HB, inn fyri Jann Inga Petersen. Í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Gilla Haraldsen.
Í gjáramorgunin kom Bárður Christiansen á vøllin í 31. minutti fyri Áka Leitisstein Hansen. Símun Joensen fór út í 36. minutti, og Atli Danielsen kom inn, og í 39. minutti avloysti Frank Poulsen Elfinn Ørvarodd.
jh