Tað gongur rætta vegin hjá GÍ at samanspæla liðið, og hjá fuglfirðingum sær út til, at tað er fongur í teimum báðum álopsmonnunum, pólverjanum Robert og havnarmanninum Eyðuni Samuelsen.
GÍ vann 5-2, og teir høvdu eisini nógv fleiri málmøguleikar, enn gestirnir høvdu.
Magni Jarnskor setti hol á, eftir at ÍF málverjin ? gøtumaðurin Rúni Joensen, sum er komin fyri seg eftir skaða ? hevði hálvbjargað. Tá vóru bara tríggir minuttir farnir, og fýra minuttir seinni javnaði Eyðun Samuelsen. Málið líktist nógv tí, sum Brian Laudrup í vikuskiftinum skoraði fyri FCK ? Eyðun dró uppá tvørs og sendi í nærra hornið.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði Sasha uppá fríspark úr 17 metrum í høgru, og beint eftir steðgin økti Leivur Hansen, sum hevði loyst Sasha av. Jóan Petur Olsen økti til 4-1, tá bólturin eftir horna datt fyri føturnar á honum, og korter fyri leiklok minkaði Robert Cieslewicz um munin til 4-2. Hann varð í besta Jesper Olsen stíli, sum teir kalla tað, spældur leysur av Rúna Justinussen hjá GÍ!
Bartal Eliassen stútaði eftir horna í málið hjá bygdarmonnunum hjá sær. Frammanundan varð Torstein Joensen útvístur. Hann fekk fyrra gula kortið, tá fjúrtan minuttir vóru eftir og tað seinna, tá tólv minuttir vóru eftir.
Bólkur 1
Útsettur dystur frá 1.umfari
GÍ-ÍF5-2 (2-1)
1-0: Magni Jarnskor 3
1-1: Eyðun Samuelsen 7
2-1: Aleksander Radosavljevic 25
3-1: Leivur Hansen 47
4-1: Jóan Petur Olsen 57
4-2: Robert Cieslevicz 75
5-2: Bartal Eliassen 85
GÍ: Sunvard Joensen ? Alvi Justinussen, Bartal Eliassen, Alvi Justinussen, Svenn Olsen ? Jóan Petur Olsen, Magni Jarnskor, liðskipari (Dánial Pauli Dalbø, 60), Sámal Joensen ? Henning Jarnskor, Aleksander Radosavljevic (Leivur Hansen, 46), Símun Petur Justinussen
Gult kort: Svenn Olsen 86
ÍF: Rúni Joensen ? Viggo Johannesen, Chris Knight, Torstein Joensen, liðskipari, Rúni Petersen (Høgni Hansen, 60) ? Eyðolvur Petersen, Tomek Przybylski, Roy Róin, Áslakur Petersen ? Robert Ciezlewicz, Eyðun Samuelsen (Uni Mortensen, 59)
Gult kort: Tomek Przybylski 38, Torstein Joensen 76, Robert Ciezliewicz 78
Reytt kort: Torstein Joensen 78
Dómari: Oddmar Andreasen (HB)
Støðan
HB44-0-011-312
GÍ43-0-115-6 9
ÍF41-0-36-14 3
B7140-0-43-12 0