Góð føroysk úrslit á Mare Nostrum

Eitt føroyskt svimjilið er í hesum døgum í Barcelona til eina venjingarkapping.

 

Í dag hevur Paula Øssursdóttir Mohr sett nýtt føyskt met í 100 metra firvaldasvimjig á langgeil við tíðini 1:05.92. Metið framman undan setti Birita Debes á Danish Open í mars við tíðini 1:05.96.

 

Og fyrr í morgun svam Pál Joensen seg í finaluna í 400 metra frí við tíðini 3.55.31, ið var 5. skjótasta tíð.

 

Sagt verður, at Pál Joensen enn er merktur av harðari venjing og eitt sindur av jet-lag eftir at hava flogið úr Australia til Barcelona leygardagin. Taktikkurin var tí at svimja so skjótt sum til bar at byrja við, og so síggja, hvussu langt tað rakk.

 

Føroysku svmjararnir í Mare Nostrum eru frá vinstru: Markus Joensen, Óli Mortensen, Birita Debes, Bartal Hestoy, Poula Øssursdóttir Mohr, Alvi Hjelm og Pál Joensen.