Góð føroysk byrjan í Frederiksberg

Birgit Guttesen og Sofía Purkhús fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið í nýggja felagnum, tá Frederiksberg vann 3-0 á Fortuna

Í summar fóru tvær av fremstu flogbóltsspælarunum í Føroyum til Danmarkar at spæla flogbólt. Tað hevur verið ein kollvelting, men báðar lata væl at nýggja felagnum og øktu kappingini um at sleppa á vøllin.
- Vit hava vant hart og nógv tær seinastu mánaðirnar. Vit hava spælt nógvar venjingardystir, so vit vóru sera spentar at byrja uppa kappingarárið. Fortuna, sum vit spældu ímóti, vóru tær, ið Fredriksberg tapti til í fjórðingsfinaluni í fjør. Tí vóru vit eisini sera upsettar at vinna akkurát henda dystin, sigur Sofía Purkhús.
Frederiksberg vann dystin 3-0. Sofía Purkhús byrjaði inni, meðan Birgit Guttesen kom inn seinni í dystinum.
- Eg haldi at tað gekk fínastaslag. Tú skal líka venja seg við, at tað er kapping um plássini. Tað er ikki ein sjálvfylgja at byrja inn. Tað er ikki nakað sum vit eru so vanar við, sigur Birgit Guttesen, sum saman við Sofíu Purkhús hevur verið ein av berandi kreftunum á alt vinnandi liðnum hjá Mjølni.
- Sum Birgit sigur, so er tað løgið at fáa so nógva kapping um plássini, men tað ger eisini, at eg til hvørja venjing og dyst royni at spæla upp til mítt allar besta. Tað er positivt, sigur Sofía Purkhús

Nógvir føroyskir áskoðarar

Frederiksberg byrjaði dystin væl og var betra liðið. Umstøðurnar vóru sum til eina steypafinalu í føroyskum flogbólti við tónleiki, hallarspeakara og nógvum áskoðarum.
- Tað var skeg at spæla, og har vóru faktiskt heilt fitt av føroyskum áskoðarum, so tað er eisini skeg at síggja at fólk framvegis tíma at fylgja við, sigur Birgit Guttesen.
- Stemningurin runt um vøllin var sera góður. Tað minti næstan um eina føroyska steypafinalu við speakara og tónleiki og nógvum áskoðarum. Og serliga við øllum teimum føroysku áskoðarunum, ið vóru komnir. Eitt gott upplivilsi alt í alt, sigur Sofía Purkhús at enda.