So var næsti dagur á G! byrjaður og fitt av fólkið er longu komi inn á økið.
Fyri løtu síðan framførdi Hans Andrias á spæliplássinum, ein intim og avslappað konsert, har fólk sótu niðri á vøllinum og nutu løtuna.
Nú kl 19.15 er LYON í fjósinum, meðan Silvurdrongurin framførir á spæliplássinum kl 19.20 .
Annars hevur nakað av fólkið verið á økinum í so at siga allan dag, fólk hava sitið í hitapottinum og hava svomið á sjóðnum í góðveðrinum.