Í 2002 tvey varð fyri fyrstu ferð skipað fyri G! Festivalinum. Tónleikasamtakið GRÓT skipaði fyri honum, og festivalurin var bara í ein dag. Festivalurin er tískil voksin við rúkandi ferð seinastu fimm árini. Festivalurin bleiv tveir dagar, og størri, kendir og útlendskir bólkar fóru at framføra á sandinum í Gøtu. Seinastu tvey árini hevur G! Music skipað fyri festivalinum, men í fjør fór tað fíggjarliga út um ræðið. G! Music fór at skylda hálvar fimm milliónir krónur, og framtíðin hjá tónleikaumhvørvinum í Gøtu fór at myrkna.
G! festivalurin hevur seinastu fimm árini givið tónleikarum og bólkum, kendum sum ókendum, pall at stíga á at gera tað, teimum dáma best. Í ár fara føroysku bólkarnir at geva aftur, tá teir ókeypis framføra í vikuskiftinum, tá tvíburðatiltakið, G! MINI, verður í Gøtu. G! Festivalurin hevur gjørt nógv burtur úr at framføra føroysku bólkarnar fyri útlendskum kontaktpersónum og fjølmiðlum, og hesum takkar Boys in a Band fyri.
G! gav Boys in a Band møguleikan
Boys in a Band kappaðust við tónleikabólkum úr øllum heiminum, tá teir vunnu Global Battle of the Bands í 2006. G! Festivalurin varð tó onkursvegna startpunktið í tónleikayrkinum hjá bólkinum, greiðir Pætur Zachariasson, forsangari í Boys in a Band, frá. Boys in a Band framførdu fyri fyrstu ferð á G! Festivalinum í fjør, har teir á fyrstani tíð hitta manegarin, teir hava í dag.
G! sendi teir til Íslands
G! Festivalurin hevði eina avtalu við íslendska festivalin, Island Airways, har teir skifta um bólkar, og G! Festivalurin valdi, at Boys in a Band skuldi fara til Íslands at framføra.
- Tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri nýggjar bólkar, at teir sleppa at framføra á ymskum festivalum, sigur Pætur Zachariasson.
- Jón Tyril hevur sjálvur gjørt sær nógvan ómaka at hjálp okkum persónliga. Hann hevur skaffað okkum kontaktir og møguleikar innan tónleikin, og tað eru vit sera takksom fyri, greiðir Pætur Zachariasson frá.
Boys in a Band kring heimin
Í Íslandi fekk bólkurin nógv burtur úr tónleikaliga. Eftir Island Airways vórðu Boys in a Band bookaðir at spæla á nøkrum av teimum størstu festivalunum í verðini. Millum annað vóru teir í runt America, Canada, Noregi og Hollandi.
- Tað var í Íslandi, tað fór at ganga ordiliga skjótt, sigur forsangarin, tískil byrjaði okkara framgongd veruliga á G! Festivalinum 2007.
- G! Hevur so ótrúliga nógv at siga fyri okkum, tí at hann var startpunktið hjá okkum, men eisini tí at tónleikaumhvørvið í Gøtu hevur formað okkum sum tónleikarar og eisini sum menniskju. Vit hava fingið nógv burtur úr tónleikayrkinum, av tí at vit hava verið í einum slíkum umhvørvi, ið er í Gøtu.
Eftir at bólkurin spældi á G! Festivalinum í fjør, kom tað fram, at festivalurin var illa fyri fíggjarliga, og at Gøta møguliga ikki fór at húsa honum aftur. Tá gjørdi bólkurin av at siga við leiðsluna, at næsta ár fóru teir at framføra ókeypis aftur fyri stóru hjálpina.
Teir framføra ókeypis
- Festivalurin hevur jú havt ekstremt nógv at siga fyri okkum, og at tað er týdningarmikið at hann verður aftur. Fyri ein bólk sum okkara, hevði tað verið løgið at kravt pening aftur fyri, tá G! ikki hevur egin beint at standa á. Hann hevur givið okkum nógv meir enn pengar, sigur ein takksamur tónleikari.
- Vit fingu løn í fjør, men vit fingu tó nógv meir enn tað. Alt hitt, vit fingu, er so ótrúliga nógv meira vert, og vit kunnu enn liva tónleikaliga orsakað av teimum tingunum. Boys in a Band framføra á G! MINI í ár fyri at takka festivalinum fyri, at bólkurin hevur havt so stóra framgongd seinasta árið.
24 tímar enda á G! MINI
Í annaðkvøld klokkan 19.00 fer Boys in a Band at ferðast runt Føroyar at spæla í 24 tímar. Teir hava enska filmsleikstjóran, Kelly King, við teimum, ið fer at gera ein dokumentarfilm burtur úr konsertferðini. Filmurin er í fyrstu atløgu bert til teir at hava, men teir fara møguliga at geva filmin út seinni í ár. Leygarkvøldið klokkan sjey endar bólkurin við einari rimmar konsert á spæliplássinum í Gøtu – ein partur av skránni hjá G! MINI.