Góð dekk fyri tína egnu skuld

Dekkfyritøkan First Stop við Hoyvíksvegin hevur í hesum døgum sent út eitt tilboðsblað til hvørt húsarhald í Føroyum undir heitinum: “Hvussu góð er tín lívstrygging? Uttan vetrardekk fært tú kanska brúk fyri henni”.

Fríðrikur Bláhamar frá First Stop sigur, at tað hevur stóran týdning fyri trygdina at koyra við góðum vetrardekkum. Í sínum arbeiði hevur hann lagt til merkis, at fólk ofta koma at skifta dekk, tí politiið ger grein 13 kanningar, og fyri at sleppa undan at fáa bót, vilja tey hava dekkini skift. Hann heldur, at hetta er skeivur hugburður. Fólk skulu koyra við góðum dekkum fyri sína egnu skuld og fyri trygdina í ferðsluni. Ein bilur sum ikki er skøddur til vetrarkoyring kann verða orsøk til ruðuleika í ferðsluni, og bilførarin er í vanda fyri at gera skaða upp á bæði seg sjálvan og onnur.


First Stop er ein serverkstaður fyri dekk, dekkskift, balansering og sporing av bilum. Síðan 2007 hevur fyritøkan verið sjálvstøðugur partur av stóra evropeiska samtakinum First Stop, sum telur yvir 1600 dekkhandlar í øllum Evropa, har bæði privat- og vinnukundar kunnu fáa ráðgeving frá royndum sølufólki.