Tá fer Ran Domo á pall á spæliplássinum í Syðrugøtu, har G!-festivalurin verður hildin. Ikki færri enn 13 bólkar og einstaklingar skulu framføra á festivalinum í kvøld.
Størstu bólkarnir í kvøld eru uttan iva donsku Spleen United og norsku Katzenjammer, men eisini stór og góð føroysk nøvn fara á pall, millum onnur 200, SIC og The Ghost.
Hósdagurin er tann fyrsti av trimum døgum á ársins G!-festivali, sum heldur fram fríggjadagin og leygardagin.
Longu í gjár tjóvstartaðu tey, ið ætla at tjalda á festivalinum, tí tá opnaði tjaldingarøki á G!










