Góð byrjan í nýggju høllini

KÍF vann tryggan sigur á SÍ sunnudagin. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið, og 3-0 sigurin talar fyri seg. TB og Dráttur fingu eisini góða byrjan, tá tær vunnu á ávíkavist Mjølnir og ÍF. Hjá monnunum fingu bæði havnarliðini, Fram og Fleyr, góða byrjan uppá kappingarárið.

Fyrsti skrásetti dysturin bleiv spældur í høllini í Kollafirði sunnudagin, tá flogbóltskvinnurnar hjá kollfirðingum tóku ímóti SÍ.
Í 1. setti var ongantíð nakar ivi um úrslitið. KÍF førdi allan vegin og vunnu at enda settið 25-19. Tað var týðiligt, at KÍF stóð betri defensivt, og at álopið var meir fjøllbroytt. Harafturat sást væl, at SÍ hevði stórar trupulleikar at sleppa framvið blokkinum hjá KÍF.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$SÍ betri við
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Í ørðum setti kom SÍ betri við í dystin. Eftir eina sera góða byrjan frá KÍF, har tær komu á odda heili 7-0, so tók SÍ annað skinn um bak, og fekk bart seg uppá javnleik 18-18. Tað sást tó á øllum brøgdum, at KÍF hevði fleiri strongir at spæla á, og tær megnaðu eisini at vinna 2. sett tepurt, 25-23.
Í 3. setti var gongdin sum heild tann sama. KÍF dróg spakuliga frá allan dystin, og mitt í settinum førdu tær heili 15-7. Hesin munurin helt sær stórt sæð alt settið, sum endaði við 25-18 sigri til KIF.
Tað var týðiligt, at SÍ hevði ov fáar strongir at spæla á. Karin Mikkelsen var einasta veruliga hóttan offensivt, og hetta høvdu kvinnurnar hjá KÍF lagt sær í geyma. Harafturat var bæði verjan og álopið hjá KÍF meir fjøllbroytt, og tí var sigurin fult uppiborin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sterkur blokkur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Eftir dystin fingu vit orðið á Karin Mikkelsen hjá SÍ og venjaran hjá KÍF, Kristian Mikkelsen. Karin helt, at SÍ fekk øgiliga ringa byrjan uppá øll settini, og tí var ringt at venda gongdini seint í dystinum.
 - Vit fingu øgiliga ringa byrjan øll settini, og tí fóru vit niður við nakkanum. Harafturat hevur KÍF ein krútsterkan blokk, sum vit hava stórar trupulleikar at spæla okkum framvið.
Her er venjarin hjá KÍF púra samdur við Karin.
 - Blokkurin riggaði sera væl í dag. Vit hava lagt stóran dent á í venjingum at økja um avsettið upp til hetta kappingarárið, og tað sæst aftur i blokkinum í dag. Vit hava harafturat broytt plássini hjá onkrum av leikarunum, og hetta vísti seg at geva úrslit í dag, sigur Kristian Mikkelsen at enda.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$TB og Dráttur vunnu eisini
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tveir aðrir dystir vóru eisini á skránni hetta vikuskiftið. Í høllini á Kambsdali tók ÍF ímóti meistarunum úr Drátti. Hesin dysturin bleiv sera spennandi. ÍF vann tvey tey fyrstu settini, men so kom vend í. Triðja og fjórða sett vunnu kvinnurnar hjá Drátti, og so mátti eitt fimta og síðsta sett til. Her vann Dráttur 15-10, og tí fingu tær eina góða byrjan uppá kappingina. Settúrslitini í dystinum vóru: 25-14, 26-24, 20-25, 20-25, 10-15.
Vit frætta úr Fuglafirði, at sigurin hjá Drátti var uppiborin. Tær vóru betri samanspældur, og tí gjørdist tað at enda ringt hjá ÍF at spæla upp ímóti liðnum hjá Drátti.
Í hinum dystinum var Mjølnir á vitjan á Tvøroyri hjá TB. Her vann TB ein tryggan 3-0 sigur, og vit frætta, at eingin serligur ivi var um úrslitið. Settúrslitini vóru 25-20, 25-23, 25-15.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Havnarliðini góða byrjan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Á aðalfundinum hjá flogbóltssambandinum bleiv uppskot lagt fram, um flogbóltsfelagið Fram aftur kundi gerast partur av bestu mansdeildini. Í fjør bleiv tað nógv umtala, at bert fimm lið vóru í meistaradeildini hjá monnum. Tí valdu feløgini á aðalfundinum hjá FBF, at góðtaka uppskotið, og tí gjørdist Fram aftur partur av bestu deildini.
Teir megnaðu at vinna teirra fyrsta dyst í kappingini, tá SÍ var á vitjan. Úrslitið gjørdist 3-1 til Fram. Settúrslitini vóru 21-25, 25-14, 25-18, 25-15. Sostatt kann sigast, at SÍ fekk eina góða byrjan uppá dystin, men eftir at Fram var komið í gongd, so var eingin ivi um úrslitini. Síðstu trý settini vunnu Fram-leikararnir trygt.
Í hinum dystinum vitjaði Mjølnir í Havn hjá Fleyr. Eisini her dróg havnarliðið longra stráðið, tá Fleyr vann 3-1. Settúrslitini vóru 25-20, 25-22, 11-25, 25-23.
Fleyr var drúgvari liðið í hesum dystinum. Sjálvt um settini vóru jøvn, so var Fleyr drúgvari, tá á stóð. Undantakið er sjálvandi 3. sett, tá Mjølnir hólvaði Fleyr av.