Fiskivinna
Seinasta mikukvøld mynstraði manningin á Atlantic Navigator á øðrum sinni, og stevnt varð suður á Írlands-leiðina, har skipini plaga at fáa svartkjaft hesa tíðina av árinum.
Stór hál
Sosialurin hevur skilt, at tvey tey fyrstu hálini hjá skipinum hendan túrin vóru óføra góð.
Vit hava frætt, at fyrsta tóvið vardi bert í einar 45 minuttir, og tá ið teir hálaðu, vóru eini 190 tons av svartkjafti í.
Næsta hálið hjá skipinum var eisini óføra gott; tá fingu teir 160 tons.
Hetta bendir á, at byrjanin hjá skipi og manning hevur verið góð hendan túrin.
Á seinasta túri var Brandur Nólsoy skipari, og í samrøðu við Sosialin mikudagin, tá ið tey mynstraðu, segði hann, at útbúnaðurin umborð nú vísir seg at rigga væl.
- Nú vantar okkum bert rávøru, legði hann aftrat.
Spenningur
Skipari hendan túrin er Lion Petersen, og hann segði eisini í samrøðu hendan dagin, at spenningurin er stórur, nú svartkjaftaskipini koma út í bestu vertíð.
Í mun til Næraberg, hevur Atlantic Navigator eina nógv størri framleiðsluorku, og nú útbúnaðurin vísir seg at rigga, sum hann skal, er spenningurin stórur.
Veðrið spælir nógv inn, hvussu svartkjaftafiskiskapurin roynist, men alt bendir í hvussu er á, at Atlantic Navigator hendan túrin hevur fingið eina lovandi byrjan.