Tað var á sumri í 2002, at fyrsti G!-festivalurin var hildin. Sosialurin hevði drúgva umrøðu av tiltakinum í sínum blað, meðan Dimmalætting hevði eina stytri grein av tiltakinum, sum Theodor E. D. Olsen, sum nú er prestur í Kvívík, hevði skrivað.
»Veðurgudarnir vóru nevniliga við tónleikasamtakinum Grót fríggjakvøldið, tá tann sokallaði G!-festivalurin, sum fyrireikararnir longu hava lovað skal verða eitt afturvendandi tiltak, varð hildin í blikalogn. Hetta lyftið kunnu teir eisini halda við góðum treysti.«, stóð at lesa í Dimmalætting tann 22. juli í 2002 – altso akkurát sjey ár síðani í dag.
Til henda fyrsta G!-festivalin vóru eitt stað í millum 800 og 900 fólk savnaði á Gøtusandi. Tiltakið var ein partur av árligu fólkatónleikarastevnuni, og við Dimmalætting søgdu fyrireikararnir, at teir vóna, at tað fór at eydnast teimum at fáa fleiri útlendsk nøvn á G!. Útlendska innslagið á G!-festivalinum í 2002 var danski Søren Søgaard og bulgarsku hjúnini Dimchevi.
Síðani tá hava Nephew, Kaizers Orchestra, Natasha Bedingfield, Outlandish, Bomfunk MC, Europe, Kashmir, Lisa Ekdahl og nú Spleen United og Veto spælt á G!
Umhugsaðu tjalding
So fyrireikararnir hava fingið fleiri útlendsk nøvn, sum teir vónaðu. Eitt annað, sum teir umhugsaðu í 2002, og sum so er vorðin næstan so týdningarmikið hjá festivalgestum sum stór nøvn eru, er tjaldingarøkið.
»Talan hevur verið um at halda festivalin í fleiri enn eitt kvøld, og um so verður, er neyðugt at hýsa festivalgestunum. Hetta kundi verið gjørt við tjalding, og hendan gistingarmøguleikan ætlar Grót at kanna nærri.«, stóð at lesa í grein í Dimmalætting fyri sjey árum síðani, sum annars endaði soleiðis:
MC Hár eisini fúlir tá
Í mun til Dimmalætting, ger Sosialurin nógv burtur úr sjálvum tónleikinum á G! í 2002. Serliga konsertin hjá MC Hár, sum í ár eru aftur á palli, fær nógv pláss.
»Tey seinastu børnini, sum framvegis á festivalinum, vóru skjótt guida til hús, tá Niels Uni (Dam, blðm.) byrjaði at syngja teir ónærisligu tekstirnar hjá bólkinum.
Ein pápi helt fyri, at tá sonurin fyri fimtu ferð hevði spurt, hvat eitt ónærisligt orð merkti, so var tíð at fara heim við honum«, skrivaði Eyðun Klakstein, ið var á G! fyri festivalin.
Hvat merkir G’ið?
Felags fyri Sosialin og Dimmalætting er, at bæði bløð undrast yvir, hvat hetta góða G! merkir.
»Samtakið ætlar, at festivalurin skal vera afturvendandi, og nú hava tey í Gøtu sagt í øllum førum sagt G! Spurningurin er so, hvat tú skalt siga, tá tú hevur sagt G!«, spurdu tey á Sosialinum og Dimmalætting ger nakað tað sama.
»Um nakar fann út av, hvat tað vælsignaða G’ið, ið gav festivalinum navn, merkti, eydnaðist okkum ikki at sneyta upp, áðrenn blaðið fór til prentingar, men sum onkur helt fyri, so kundi tað ikki merkja grind, tí ein slík legði ikki beinini fríggjakvøldið«, skrivar Dimmalætting, sum eisini staðfestir, at festivalurin var serstakliga góður:
»UG til G!«, skrivaði Theodor E. D. Olsen, táverandi blaðmaður á Dimmalætting og núverandi prestur í Kvívík.