Góð ábyrgdaravalluttøka

Til ábyrgdaravalið hjá Norðoya Sparikassa, sum júst hevur verið, var valluttøkan á góðari leið

Klaksvík:
Norðoya Sparikassi hevur umleið 1.850 ábyrgdarar. Harav er ein partur undir 18 ár, og tey hava so ikki valrætt. Men av teimum, sum hava valrætt, vóru tað beint oman fyri 50 %, sum valdu at gera nýtslu av teirra atkvøðurætti. Og tað er á eini góðari leið, verður sagt frá Sparikassanum.
Umleið ein triðingur av limunum í umboðsráðnum vórðu skift út eftir hetta valið. Umboðsráðið er býtt upp í fýra øki. Økið eystan Múla, Kunoy og Kallsoy, Leirvík og Føroyar annars og Klaksvíkar kommuna og útlond.
Seks verða vald fyri økið eystan Múla, tvey fyri Kunoy og Kallsoy, níggju fyri Leirvík og Føroyar annars og 22 fyri Klaksvíkar kommunu og útlond. Tey 22, sum vórðu vald fyri Klaksvíkar kommunu og útlond eru øll búsitandi í Klaksvík í dag. Fyri økið eystan Múla er ein úr Fugloy, ein úr Svínoy og restin av Viðoynni. Sjey av teimum níggju í økinum fyri Leirvík og Føroyar annars eru búsitandi í ávíkavist Tórshavn, Runavík, Signabø, á Toftum og í Svínáum.
Eitt ábyrgdarafæ kostar minst 1.000 krónur. Tó ber ikki til at hava meira enn 10.000 krónur í ábyrgdarafæi. Ein ábyrgdari fær eina atkvøðu fyri hvørjar 1.000 krónurnar.
Umboðsráðið, sum sostatt verður valt av viðskiftafólkum, kemur saman tvær ferðir um árið. Einaferð í samband við aðalfundin, tá tveir nevndarlimir skulu veljast. Og einaferð til hálvársroknskapin hjá peningastovninum. Hetta plagar ofta at vera í august mánaði. Til henda kunnandi fundin um støðuna, er eisini ofta ein fyrilestur á skránni, har fyrilestrarhaldarin tekur okkurt evni fram, sum er aktuelt.
Bygnaðurin í Norðoya Sparikassa er sostatt hesin: Viðskiftafólk velja umboðsráðið, sum telur 39 fólk. Hesi velja so nevndarlimirnar, sum setur stjóran, sum so aftur setur starvsfólkið.
Ábyrgdaraval er annaðhvørt ár.