Eingin ivi er um, at bjargingarvestar og yvirlivilsisdraktir hava bjargað mongum manni á báti. Ein hending av slíkum slagi var í Suðuroy fyrr í heyst, tá ið útróðrarbátur við tveimum monnum umborð sigldi á land undir Suðuroynni.
Stundum vóru báðir menninir í bátinum og stundum flutu teir við síðuna av bátinum - í yvirlivilsisdrakt.
Bátseigarin segði tá við Sosialin, at høvdu teir ikki verið í draktini, bóru teir ikki boð í bý.
Sama er við bjargingarvestum, sum er tað fyrsta, ein útróðrarmaður eigur at tryggja sær er í lagi, tá ið hann loysir frá landi.
Tað er at fegnast um, at ábyrgdarfullir framleiðarar av bjargingarútgerð gera vart við seg, um tað vísir seg, at útgerðin ikki er 100% soleiðis, sum hon eigur at vera.










