Góðbitar í listasavninum undan jólunum

Listasavn Føroya bjóðar til fram­sýningina Doku­menta­tión Nútíðar­list, sum er hongd upp í gamla skál­anum. Eisini hevur tann fasta framsýningin fingið fleiri spennandi broytingar

LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Listasavni Føroya

Framsýningin vísir eina breiða veiftru av list frá Jan­us Kamban, Frimod Joensen og Frits Johannesen til Sigrun Gunnarsdóttir Niclassen, Edward Fuglø, Bárð­ur Oskarsson, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy og fleiri av okkara yngru lista­fólkum, sum Listasavn Føroya og Listafelagið hava keypt inn tey seinastu árini. Fleiri verk hava ikki verið víst í Listasavninum áður.
Fram­sýningin vísir breidd og margfeldi í føroyskari mynd­list, og vit vóna at bæði ein­stak­lingar og skúlaflokkar koma at vitja listasavnið nú upp undir jól fyri at síggja eina øðrvísi presentatión av føroysk­ari myndlist, sum vísir, at okkara listafólk hava nógv annað enn bara lands­lagið uppá hjartað.
Fasta framsýningin
Í teirri føstu framsýningini, sum hongur í tí nýggja part­inum av skálanum, eru eisini broytingar. Í grafisku gong­ini eru aftur nógvar papp­írs­myndir. Pappír má ikki vís­ast í dagsljósi, tí ljósið oyði­leggur myndirnar, tí eru okkara fínu grafikarar Elin­borg Lützen og Janus Kamban flutt út úr teimum ytru rúmunum og inn í gong­ina, har tey fáa minni ljós. Har vísa vit eisini tekningar hjá Ruth Smith og sjálvandi eisini fleiri grafiskar mynd­ir, fotomyndir og pappírs­myndir, sum Listasavnið eigur.
Tekstillist
Tekstil­listin er nakað ser­stakt fyri Føroyar, og okk­ara fremstu listafólk hava í hesari listagrein vakt ans bæði heima og úti í heimi. Tað er tí við gleði, at vit aft­ur kunnu vísa fleiri áhuga­verd tekstillistaverk á savn­in­um. Astrid Andreasen er umboðað við einum spenn­andi bundnum verki, og Sús­an í Jákupsstovu hevur skapt eitt áseymað verk, har hennara nútíðarliga og hand­verksliga list kemur til sjóndar. Tann triði stóri meistarin í hesi listagrein er Tita Vinther, sum sjálvandi eisini er umboðað. Fyri fyrstu ferð vísir listasavnið ta ungu listakvinnuna Svanhild Strøm við einari nýggjari installatón.
Samtalur
Samtíðarlistin og máln­inga­listin eru hornasteinar í savninum. Sjálvandi eru fleiri av okkara bestu málar­um umboðaðir í teirri føstu fram­sýningini, sum til dømis Zacharias Heinesen, Astri Luihn, Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni.
Í Mykines pyramiduni hev­ur ein ungur listamaður fingið pláss á gólvinum, og tað er Jógvan Biskopstøð við einari installatión, sum samtalar við gamla meist­ar­an. Í pyramiduni hjá Ingálvi av Reyni er okkara fíni mynda­høggari Hans Pauli Olsen settur at samtala eisini við ein gamlan meistara. Haru­­mframt er framsýningin broytt í nøkrum av teimum smáu rúmunum og í gongini. Størri pláss er fyri nøkrum verkum, til dømis hjá okkara serstaka listafólki Fridu Zachariasen úr Klaksvík, mynda­høggaranum Janusi Kamban og Ruth Smith.
Trygdin í hásæti
Lista­savnið hevur hetta sein­asta árið gjørt fleiri broyt­ing­ar, tá ið tað ræður um trygd. Luftútbúnaðurin er kom­in upp á pláss, soleiðis at myndirnar varðveitast betri. Vit hava eisini fingið okk­ara egna konservator, Dorthe Aggerholm, sum dagliga starvast á Fælles­kon­ser­veringen í Århus. Hon kannar verkini og tryggjar, at tey verða umvæld so við og við og verða viðfarin á besta hátt.
Vit hava eisini sett upp sjóngá (sjónvarpseftirlit) fleiri staðni uttan fyri og inni á savninum. Orðið »Sjóngá« hevur savnið tikið stig til fyri at fáa eitt føroyskt heiti. Vit vendu okkum til Jóhan Hend­rik Winther Poulsen pro­fessara, sum hevur skotið hetta heitið upp, og tað verður sett á skelti uttanfyri.
Komandi ár eru fleiri bæði altjóða og føroyskar fram­sýningar á skránni. Í januar 2006 verður ein stór Mykines framsýning fyri at hátíðarhalda 100 ára føðing­ardag hansara, og verð­ur her høvi at síggja tey mongu nýliga umvældu Miki­nes listaverkini. Seinni um várið verður mill­um annað ein altjóða framsýning í samstarvi við NIFCA, Nordisk Institut for Samtidskunst.
Vit kunnu eisini avdúka, at vit næsta heyst fáa vitjan av einum av teimum heilt stóru nútíðarlistafólkunum í heiminum í dag.
Vit bjóða okkara stóra og trú­fasta skara av vitjandi væl­komnum á jólavitjan í Lista­savninum og minna á, at nú vit hava fingið lyftu í savnið, eru eisini fólk í koyristóli hjartaliga vælkomin.
Upplatingartíðin í vetur er: týsdag til sunnudag kl. 14.00 til kl. 16.00.
Skúlar, feløg og bólkar kunnu á telefon 313579 av­tala at koma aðrar tíðir enn vanligu upplatingartíðina.