Góð bátastevna hóast veðrið spældi eitt puss

Vestmenningar eru sera væl nøgdir við bátastevnuna í ár, sum var hin níggjunda í røðini. – Alt eydnaðist væl, og vit hava bara fingið góðar afturmeldingar frá fólki. Tá gestirnir eru nøgdir, eru vit tað eisini, sigur Jónfinn Egilsnes, sum er ein av trimum limum í bátastevnunevndini undir VÍF

Vilmund Jacobsen

Tað var eitt sindur tvassut úti í Vestmannasundi, tá bátarnir loystu av Vestmanna og sigldu út undir Fútaklett, haðani ferðin inn á Vestmanna skuldi byrja. Einir 70-80 bátar tóku teinin heilt út undir Vágalandið, og síðan lá ein ”klumpur” av bátum innanfyri Egilsnes og bíðaði eftir, at bátarnir nærkaðust inneftir. Síðan komu eisini teir upp í bátafylgið, sum tá allir vóru samlaðir taldi einar 130 bátar.
Jónfinn Egilsnes, sum er ein av trimum í bátastevnunevndini, sigur, at talið av bátum onkuntíð hevur verið størri, enn tað var hesaferð.
- Okkurt árið var talið omanfyri 200. Men vit mugu bara síggja í eyguni, at líkindini í ár ikki eydnaðust so væl, sum fólk kundu ynskt sær. Streymurin var einki serligur í vikuskiftinum, og í grovu ælunum var frískt lot – fyri ikki at siga frískur vindur. Vit vita um menn, sum høvdu loyst og ætlaðu sær til Vestmanna, men sum vendu aftur, tá líkindini ikki vóru nóg góð.
Jónfinn vísir á, at væl av fólki, sum plaga at koma til Vestmanna í báti, soleiðis settust aftur og komu í staðin í bili – ella í húsvogni.
Hann sigur, at meðan talið av húsvognum í fjør var umleið 40, vóru einir 60-70 húsvognar í Vestmanna í vikuskiftinum.
- Tað er soleiðis eisini vorðið ”in” at ferðast á bátastevnur í húsvogni, og hetta vísir seg at vinda meiri og meiri upp á seg.
Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit leggja aftrat, at hóast vestmenningar enn ikki hava eftirmett stevnuna, er longu støða tikin til, at næsta bátastevnan og hin tíggjunda í røðini í Vestmanna verður leygardagin hin 21. mai næsta ár.
Jónfinn Egilsnes sigur, at hendan dagin um eitt ár verður góður streymur, og sjálvandi vóna fyrireikararnir, at veðrið eisini fer at hátta sær væl – og betri enn hesaferð.
- Tað er nú einaferð so, at veðrið er rættiliga avgerandi fyri, hvussu undirtøkan á eini bátastevnu er. Roynast líkindini ikki best, verður talið av bátum heldur ikki størst.
Men bátastevnan í Vestmanna hevur onnur ár verið vælsignað við góðum veðri.

Væl nøgdir
Bátarnir eru sjálvandi krumptappurin í eini bátastevnu, men um talið av bátum er nakrir fleiri ella færri, er ikki altavgerandi fyri, hvussu tiltakið eydnast.
Jónfinn Egilsnes sigur, at tiltakið við Trøllapæturi, Ommuni og lítla barninum, sum var í ítróttarhøllini í Vestmanna fríggjakvøldið, eydnaðist stak væl, og eini 700 fólk, bæði børn og vaksin, vóru í høllini hetta kvøldið.
- Hetta var eitt frálíkt tiltak, sum saman við sangi hjá Steintóri Rasmussen riggaði so avbera væl, sigur hann.
Stóra tiltakið leygarkvøldið var dansurin í ítróttarhøllini, har vestmannabólkarnir, Thunderbirds og Vestmenn, spældu til dans.
- Ítróttarhøllin var fullsett, og meiri kunnu vit ikki forlanga. Eini 800-1000 fólk tilsamans vóru í dansinum hetta kvøldið.
Jónfinn Egilsnes sigur, at kanska vóru ikki so nógv fólk at síggja í bygdini leygarkvøldið, sum okkurt annað ár, men hetta komst ivaleyst av, at veðrið var skiftandi við grovum ælaveðri og frískum vindi, tá ælini gingu.
- Fólk hava hildið seg við bátarnar, í húsvognunum, í tjaldinum – og ikki minst í dansinum í ítróttarhøllini, tá dansurin læt upp og helt fram alla náttina.

Suppa og búffar
Hann vísir á, at eftir at bátarnir vóru komnir til bryggju seinnapartin leygardagin, og bjóðað varð til feska suppu í tjaldinum, var tjaldið, sum er 36 metrar langt og 12 metrar breitt, á tremur við fólki.
- Vit mettu, at eini 1400 fólk tilsamans fingu suppu í tjaldinum, og seinni um dagin og um kvøldið vórðu millum 500 og 600 búffar seldir, umframt at søla eisini var av breyði.
Jónfinn Egilsnes sigur, at onnur tiltøk vóru eisini í Vestmanna leygardagin og leygarkvøldið, og eitt nú var dansur á Bryggjuni bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
- Vit hava bara fingið góðar afturmeldingar, og tá fólk eru væl nøgd við okkara tiltak, eru vit tað sjálvandi eisini. Alt gekk væl, og tað eru vit sera fegin um.
Hann sigur, at bátastevnunevndin saman við vestmenningum annars gleða seg til stevnuna aftur komandi ár, sum tá verður hin tíggjunda í røðini.
- Bátastevnan er vorðin eitt stórt og fjølbroytt tiltak, sum vit nú síggja fram til á hvørjum ári, sigur Jónfinn Egilsnes í bátastevnunevndini hjá Vestmanna Ítróttarfelag.