G! bíðar eftir stóru nøvnunum

Veronica Maggio, John Grant og Tim Christensen eru ikki sloppin til landið enn, men G! Festivalurin vónar framvegis, at tey verða øll at hoyra á festivalinum í kvøld.

Mjørkin í Vágum hevur órógvað G! Festivalin. Í gjárkvøldið mátti konsert við grønlendska bólkinum Nanook útsetast, tí teir vóru ikki komnir til landið. Nanook komu til Føroya í morgun, og teir spæla á G! Festivalinum í dag kl. 15.05.

Veronica Maggio skuldi eisini á pall í gjárkvøldið, men hon kom heldur ikki til landið, og tí mátti konsertin við henni eisini útsetast. Veronica Maggio er framvegis ikki komin til landið.

Tim Christensen og John Grant eru stóru nøvnini á G! skránni í kvøld, men hvørgin teirra er komin til landið enn.

- Vit fáa hildið skránna fram til klokkan 21.00 í kvøld, tá ið John Grant skal á pallin. Vit vóna framvegis, at øll nøvnini koma til landið og á pallin í kvøld, sigur Jón Tyril, tónleikastjóri á G! Festivalinum, við Rás2.

Eitt flogfar lendi í Vágum fyrrapartin, men tað er framvegis tjúkt á flogvøllinum. Hetta eru seinatu boðini frá Atlantsflogi um flogferðsluna í dag (kl. 14.10):

Komur

RC453/20jul úr Keypmannahavn lendi í Vágum kl 09:30.

RC1459 (459/20jul) úr Keypmannahavn væntast í Vágar kl 1800.

RC1402 (402/20jul) úr Reykajvík væntast í Vágar kl 1530.

Fráferðir

RC450 og RC460/20 jul fór úr Vágum kl 10:25

RC1470 (470/20jul) væntast at fara kl. 16:15 (ella so skjótt sum RC1402 er lendur)

RC456 væntast at fara kl 18:45 (ella so skjótt sum RC1459 er lendur)

Avlýsingar

RC470 er avlýstur í dag. Nýggjur túrur verður settur upp til í morgin

RC471 er avlýstur í dag. Nýggjur túrur verður settur upp til í morgin

RC455 er avlýstur í dag. Nýggjur túrur verður settur upp til í morgin

RC459 er avlýstur í dag. Nýggjur túrur verður settur upp til í morgin