Týsdagin fer G! at avdúka sjey av nøvnunum, sum skulu spæla á festivalinum í Gøtu í summar. Talan er um trý útlendsk og fýra føroysk nøvn, men so vilja fyrireikararnir heldur ikki siga meira, boðar festivalurin frá á heimusíðu sínari.
Hóast einki navn er komið á ársins skrá hjá G!, so hava tey selt atgongumerki til festivalin síðani 20. november. Týsdagin koma so tey fyrstu sjey nøvnini á skránna, og 4. februar fer prísurin fyri atgongumerki upp.
Við øðrum orðum ber til at bíða við at keypa atgongumerki, til G! hevur kunngjørt fyrstu nøvnini.
G! fevnir í ár um dagarnar 15.-17. juli, sum er frá hóskvøldi til leygarkvøld.










