G! avdúkar enn ein spennandi bólk  Lampshade.

Svensk/donsku Lampshade góvu fyrr í ár út fløguna Let´s away. Hendan fløgan verður fagnað víða um. G! aktuelli Lampshade fáa sera góð ummælir úti í heimi, m.a. tey 4 av 5 stjørnum í Roling Stones. G! heimasíðan veit at siga frá, at vit kunnu vænta okkum ein av teimum allarmest spennandi norðurlendsku bólkunum á G! í ár.

Á www.myspace/lmpshd kann ein hoyra trý løg hjá bólkinum, og undirritaði má viðurkenna, at hetta er ein serliga spennandi bólkur. Tey hava ein heilt serligan popputtan stíl við deiliga heitum ljóðið. Sangarinnan Rebekkamaria er ein heilt egin sangarinna, sum óivað hevur funnið íblástur hjá Tori Amos.

G! heimasíðan skrivar m.a. soleiðis: Lampshade hava í fleiri ár havt nógvar fjepparar í Föroyum og talið er vaksandi. Talan hevur í fleiri förum verið um at fáa tey henda veg. Men nústaðni eydnaðist at fáa tingini at passa saman. Lampshade koma beint av konsertferð kring Europa nú tey koma til Föroya at spæla fyri föroyskum áhoyrarum á G!

Og sum ummælini benda á, so gongur tað væl hjá Lampshade í lötuni.
Tá tiltikna enska tónleikablaðið MOJO herfyri skuldi velja 100 av heimsins bólkum at tulka eitt lag hjá The Beatles, var Lampshade ein av bólkunum, sum harvið komu við á eina savnsflögu, sum blaðið gevur út.

Lesið meir á www.gfestival.com