Vilmund Jacobsen
Verkætlanin, sum hevði gjørt havnina trygga, kostar slakar 6,5 milj. krónur, men líkt er ikki til, at myndugleikarnir vilja hjálpa okkum. Meðan risastórar íløgur eru lagdar aðrastaðni, eisini á smáplássum kring landið, hava vit fingið 2-3 milj. krónur í okkara part síðan 1974, sigur Jógvan Thomsen.
Á fíggjarætlanini hjá Nólsoyar kommunu fyri komandi ár, sum javnvigar við 6,25 milj. krónum, er størsta einstaka upphæddin sett av til havnagerð, nevniliga 2 milj. krónur.
Nólsoyingar hava í mong ár droymt um betri havnaviðurskifti, men higartil er hetta ikki vorðið til meira enn dreymar. Viðurskiftini eru undir alt lágmark, bæði hjá útróðrarvinnuni og samferðsluni, ið er lívæðrin á eini útoyggj, har nógv fólk hvønn dag ferðast til Havnar til arbeiðis og í skúla.
Verkætlanin kostar 6,5 milj. krónur
Jógvan Thomsen, bygdaráðsformaður, sigur, at longu í 1983 vórðu neyvar kanningar gjørdar av havnaviðurskiftunum í Nólsoy við serligum atliti til trygdina á samferðsluøkinum, ið er tann mest álvarsligi trupulleikin. Tað var Landsverkfrøðingurin, sum bað Dansk Hydraulisk Institut gera hesar kanningar.
? Teir mæltu kommununi til at arbeiða við tí loysnini, sum teir mettu geva besta úrslitið, og tað er hendan loysnin, vit miðja eftir at fremja í verki. Verkætlanin byrgir lágættaralduna úti og loysir teir trupulleikar, ið eru, tá ið nógvur vindur er vestaneftir. Samanumtikið høvdu vit fingið eina trygga og góða havn fyri 6,48 milj. krónur umframt mvg.
Í vár søkti Nólsoyar kommuna myndugleikarnar um stuðul sambært skipanini um bygging av samferðsluhavnum, men haðani er einki ítøkiligt svar komið enn.
? Vit hava tó skilt, at myndugleikarnir ikki eru serliga positivir í hesum sambandi, og tað er hugstoytt ? ikki minst, tá ið havt verður í huga, at krøvini til kommununa verða økt alla tíðina, sigur Jógvan Thomsen.
Havnin er okkara »koyrivegur«
Hann vísir á, at Nólsoyar kommuna hevur goldið millum 1,5 og 2 milj. krónur netto í landsvegagjaldi siðan einaferð í sjeytiárunum, hóast eingin landsvegur er í kommununi.
? Eg haldi, tað er burturvið, at ein útoyggjakommuna, ið hevur tað nóg tungt frammanundan, skal gjalda til vegirnar í meginøkinum. Biðja vit um styrk til okkara »koyriveg«, sum er havnin, ið gevur okkum atgongd til restina av samfelagnum, er ikki líkt til, at nøkur hjálp er at heinta.
Jógvan dugir ongan samanhang at síggja í, hvussu ágóðarnir í landinum verða býttir, men leggur aftrat, at tað man vera tann politiski viljin, sum kemur til sjóndar, tá øll ikki skulu fáa sín part av »køkuni«.
? Hyggja vit eftir, hvussu nógvur peningur er lagdur niður aðrastaðni, tola viðurskiftini ikki nakran samanburð. Vit misunna ongum nakað, men tølini tala fyri seg. Í Hesti búgva 50 fólk; har hava tey eina havn, sum kostar 35-36 milj. krónur. Tað gevur 650.000 krónur fyri hvønn íbúgva. Í okkara føri hava vit fingið 24.000 krónur fyri hvønn íbúgva fyri tær 2-3 milj. krónurnar, sum lagdar vórðu her í 1974! Alt projektið í sambandi við sandoyarleiðina kostar helst einar 500 milj. krónur, og tað gevur einar 340.000 fyri hvønn íbúgva í Sandoynni, sigur bygdaráðsformaðurin, sum staðfestir, at ágóðarnir í samfelagnum ikki verða býttir javnt.
Einki samsvar
Jógvan er samdur við teimum, sum siga, at Nólsoy er ein náttúruperla. Tað er skjótt at ferðast um fjørðin, og væl dámar ferðafólki at koma út og steðga nakrar tímar.
? Men Strandferðslan setir síni krøv til eitt nú havnaviðurskiftini, og Ferðaráðið eggjar okkum til at stuðla uppundir ferðamannavinnuna við at hava bíðirúm, almenn wc, skelti og onnur viðurskifti, sum gera tað lættari hjá teimum ferðandi í oynni. Vit duga bara ikki at síggja nakað samsvar millum tey krøv og ynskir, ið eru og so tær vantandi sømdir, ið eru frá almennari síðu, sigur bygdaráðsformaðurin, Jógvan Thomsen.