– Í løtuni er støðan eitt sindur trupult. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá myndugleikunum í koronu. Hann sipar til, at hesa seinastu tíðina eru nýggir tilburðir av koronu staðfestir dag um dag, við einstøkum undantøkum.
Herfyri varð sagt, at tað var fyri nógv tann størsta partin í Havn, at korona gjørdi um seg, men Pál Weihe sigur, at nú er tað víða um á meginøkinum, at tiburðirnir verða staðfestir.
Hann sigur, at tað góða er, at tilburðir eru ikki staðfestir hjá fólki, sum koma til Føroyar. Sostatt eru fólkini smittað í Føroyum. Men tað vísir seg, at talan er um fólk í smttuketum sum landslæknin veit um.
– Tað gevur okkum góðar vónir um at tað fer at eydnast at basa smittuni enn eina ferð, sigur Pál Weihe.
Men hann leggur dent á, at av tí at smittan er so víða, er tað ein serlig orsøk hjá fólki til at vera serliga varin. Tí heitir hann, enn eina ferð, staðiliga á fólk um at halda tilmælini um reinføri og um frástøðu.
Sostatt eru hyggjuráðini framvegis at vaska sær um hendurnar, bæði væl og ofta, og at spritta sær um hendurnar, tá ið vatn og sápa ikki er til taks.
Somuleiðis skulu vit vera minst ein metur frá hvørjum øðrum, men syngja vit, ella annað, skal frástøðan vera minst tveir metrar. Vit skulu í mesta lagi vera 100 fólk saman, men tað krevur pláss, tí tilmælið um frástøðu skulu eisini haldast í samkomum.
Og eitt staðiligt tilmælið til tey, sum koma til Føroyar, er at lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar, og í tíðarbilinum frá tí at tey koma til Føroya og til tey hava úrslitið av seinni kanningini, eiga tey at vera serstaklia varin at vera ímillum fólk.
Pál Weihe hevur eina serliga áminning á tey ungu um ikki at vera ov nógv saman í veitslum, ella øðrum støðum, har tað er skjótt at gloyma at ansa eftir, sum hann tekur til.