Eftir at Eiðis kommuna lækkaði kommunuskattin við heili tveimum prosentum í einum - niður í 18,75 prosent - og barnafrádrátturin á 7.500 krónur er millum hægstu í Føroyum, er áhugin veksandi at seta búgv í kommununi.
Á Eiði eru framúr fasilitetir skaptir við nýggjum fótbóltsvølli, mentanarhøll, og nú verður eisini 900 fermetrar stórt ítróttar-og bygdahús bygt við fótbóltsvøllin, sum eisini fer at hýsa almennum fitness-hølum og frítíðarskúla.
- Vit hava merkt ein veksandi eftirspurning eftir grundstykkjum, men í løtuni hevur kommunan at kalla einki byggilendi. Tí verður nú farið í holt við útstykking á Múlakletti, har útsýni oman á Møl, suður gjøgnum Sundalagið og oman á Hólman er stórbært.
Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sum vísir á, at nú eru øll loyvi komin upp á pláss við eitt nú Jarðfeingi og friðingarmyndugleikarnar um Múlaklett, og ein endalig semja við hagan er nær.
- Múlaklettur hevur ísskøvir, og er eitt áhugavert granskingarøki, tá ræður um ístíð. Men, vit hava hildið okkum longur uppi á klettinum og koma tískil ikki at nerta við tað, sum sæst frá hesi tíðini, sigur borgarstjórin.
Tað verða eini 20-25 grundstykki á Múlakletti. Enn er projektið ikki liðugt, men gongst sum ætlað, verður klárt at fara undir útstykking antin síðst í hesum árinum ella tíðliga næsta ár.
Jógvan í Skorini sigur, at seinastu 3-4 árini er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið við 40 fólkum, og í dag eru stívliga 700 fólk í kommununi.
- Fólk flyta eisini higar, sum einki hava við bygdina at gera, og soleiðis fluttu tvær familjur higar í síðsta mánaði, sigur borgarstjórin, sum væntar, at stórur áhugi verður fyri at byggja á Múlakletti. Umframt útstykkingina á Múlakletti, verða eisini trý nýggj grundstykki gjørd við Ljósá.