Góðar royndir við sótfiltrum

Ferðslustýrið í Odense Kommunu hevur síðan 1999 royndarkoyrt og mett um møguleikarnar fyri at eftirmontera sótfiltur av ymiskum slagi í lastbilar og bussar, áðrenn teir strongu EURO-4 reglarnir koma í gildi í 2006

Heilt síðan 1980 hevur ES sett krøv til tey ymisku akførini í sambandi við ta alsamt vaksandi luftdálkingina, ið serliga merkist í teimum størru býunum. Tá ES reglarnir, EURO-4, koma í gildi í 2006, verður roknað við at tey flestu verandi akførini við dieselmotori verða noydd at seta sótfiltur á, fyri at lúka tey ásettu krøvini. Tað skaðiliga útláti frá dieselmotorunum verður nógv avmarkað av teimum nýggju sótfiltrunum. Kommunan í Odense hevur gjørt royndir við at eftirmontera sótfiltur av ymiskum slagi á 120 tung akfør. Verkætlanin, ið kostaði 11. milliónir krónur, var fíggjað av samferðslumálaráðnum í býnum. Hesar royndirnar vístu at 80 prosent av filtrunum virkaðu nøktandi. Eitt lógaruppskot er nú á veg í Fólkatingið, har ætlanin er at leggja eitt avgjald á tey akførini sum dálk mest. Peningurin sum kemur inn skal brúkast til eina stuðulsskipan, ið skal hjálpa flutningsfyritøkum og øðrum sum eiga tey tungu dálkandi akførini við at fáa eftirmonterað sótfiltur.
Kelda: Road Life