Góðar loysnir skulu finnast

- Vit fara at seta enn meira fokus á ferðavinnu, og vit fara at seta út í kortið, hvussu vit kunnu menna ferðavinnuna í økinum, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri.

- Vit fara at seta enn meira fokus á ferðavinnuna, og vit fara at seta út í kortið, hvussu vit skulu leggja til rættis, og hvussu vit yvirhøvur skulu fyrihalda okkum og menna ferðavinnuna í økinum. Endamálið má vera, at nýggjar vinnur verða skaptar, soleiðis at arbeiðspláss og nýggjar inntøkur spyrjast burturúr.

 

Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

 

Hann vísir á, at vestmenningar hava traditión fyri ferðavinnu, har siglt hevur verið undir Vestmannabjørgini og aðrastaðni í mong ár. Í Vestmanna er eisini Fjørukrógv og Søgusavn, stórt kampingpláss, sum verður rikið av privatum, og her er útbjóðari, sum ger fiskitúrar við ferðafólki.

 

Pauli T. Petersen fegnast eisini um ferðavinnuskúlan, sum nú er komin til Vestmannar og sum hevði fyrstu skeiðini í fjør. Tað er Mentamálaráðið, sum hevur sett landsumfevnandi skúlan á stovn, og her er møguleiki at útbúgva seg innan ferðavinnu.

 

Borgarstjórin ivast onga løtu í, at ferðavinnan fer at fylla nógv, sum árini ganga, og hann ivast heldur ikki í, at henda í enn størri mun enn í dag fer at geva Føroyum eitt bein aftrat at standa á. Sum partur av ætlanini hjá okkum á ferðavinnuøkinum, skulu tey takast við upp á ráð, sum longu starvast innan ferðavinnuna.

 

- Her eru vit í Vestmanna avgjørt ikki ringast fyri. Vit skulu finna góðar og positivar loysnir, og vit mugu duga at taka okkum av og loysa tær avbjóðingar, sum stinga seg upp í einari øktari ferðavinnu, sigur Pauli T. Petersen.