Góðar lønir hjá Atlantic Petroleum

Hóast lønin hjá stjóranum í Atlantic Petroleum minkaði við 600.000 krónum frá 2007 til 2008, er eitt sindur eftir kortini. Wilhelm Petersen fekk útgoldið 1.879.500 krónur í stjóraløn í fjør - og tað hóast undirskotið hjá felagnum var metstórt: Minus 145 milliónir krónur fyri skatt.

Árið fyri var for-stjóralønin í føroyska oljufelagnum smáar 2,5 milliónir krónur. Orsøkin til, at lønin var tað størri, var eitt ískoyti, sum var útloyst av kurshækkingum tað árið.

Sambært roknskapinum, sum júst er almannakunngjørdur, fingu onnur starvsfólk í felagnum eisini stórar lønir.

Fíggjarstjórin fekk 1,15 mió. krónur, meðan tekniski stjórin fekk 710.000 krónur. Tað skal leggjast afturat, at tekniski stjórin fekk hesa samsýning fyri átta mánaðar arbeiði. Hann varð settur í starv 1.mai 2008.

Sostatt ber til at rokna út, at samlaðu stjóralønirnar í felagnum til stjóra, fíggjarstjóra og tekniska stjóra, eru í minsta lagi fýra milliónir krónur - tá eingi ískoyti verða latin.

Nevndarlimirnir í Atlantic Petroleum fingu millum null og 294.000 krónur í samsýning í fjør. Formaðurin, Kjartan Hoydal, fekk mest, meðan Richard Hardmann ikki fekk nakra samsýning fyri sin nevndarsess. Nevndarlimurin Poul Mohr fekk 220.000 krónur, meðan Mortan Johannesen, Petur Even Djurhuus og Óli Hammer fingu 147.000 krónur í part.