Góðar ábendingar um harðskapsmann

Løgreglan leitar framvegis eftir vitnum til harðskap, har ein maður varð sligin ella sparkaður í høvdið.?? Tað var sunnunáttina, at ringt varð á støðina at biðja um sjúkrabil, tí ein maður lá í Klubbagarðinum í Havn.??

Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har tað er staðfest, at hann hevur tvey brot á øðrum kjálkabeininum.??

- Alt bendir á, at talan er um harðskap, og brotini eru so ring, at maðurin er sendur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar.??

Sunnumorgunin ringdi maðurin sjálvur á løgreglustøðina og meldaði harðskapin.?? Eftir umstøðunum er hann annars væl fyri.

- Vit hava góðar ábendingar um, hvør hevur framt harðskapin, men vit vilja fegin frætta frá vitnum, sum kunnu greiða frá, hvat hendi í Klubbagarðinum.

Løgreglan sigur, at tey enn ikki hava fingið fatur á manninum, sum er undir illgruna fyri at hava framt harðskapin sunnunáttina.

- Men, vit halda okkum vita, hvør hann er, og vit vænta at sleppa at heilsa uppá hann skjótt, sigur løgreglan, sum leggur aftrat, at møgulig vitni, sum vita okkurt um hetta mál at siga, kunnu venda sær til løgreglustøðina í Havn.