Andersens Beding við Heygsstøð á Strondum hevur síðan 1994 veitt tænastur til sjóvinnuna. Talan hevur serliga verið um uppháling, viðlíkahald og umvælingar av smærri og størri bátum. Bedingin bjóðar sær at reinsa botn, patenta, mála og annars at gera alt vanligt viðlíkahald og umbyggingar á bátum.
Men, bedingin á Heygsstøð ger so nógv meira enn bara vanligt viðlíkahald. Tey veita eisini heildarumvælingar av bátum, og tey átaka sær at gera tryggingarskaðar aftur. Í løtuni eru 15 fólk í starvi hjá bedingini, og talið av arbeiðsfólki hevur yvir longri tíð ligið millum 12 og 15.
Nýggja høllin hevur givið Andersens Beding munandi betri møguleikar at reka sítt virksemi, eins og møguleikar nú eisini eru at veita eina enn betri tænastu – undir taki. Við høllini er arbeiðið eisini vorðið meira javn gjøgnum árið, tí nú kann alt gerast undir taki, og tað ber saktans til at mála alt árið.
Tá In.fo herfyri vitjaði á Strondum, stóðu tvær tvíkiljur inni í høllini. Onnur stóð á bedingsvogninum og hin beint yvirav. Andersens Beding hevur nevniliga spesialiserað seg í at veita tænastu til henda partin av alivinnuni, sum teir mongu alibátarnir eru.
Andersens Beding hevur gjørt nógvar uppgávur fyri Bakkafrost, men tey hava eisini arbeitt fyri eitt nú Marine Harvest og Luna. Arbeitt verður á øllum økjum, tá ræður um hesar bátar. Arbeitt verður bæði við stáli, rustfríum, aluminium, glastrevju, apetering, hydraulikki, og bedingin veitir eisini tænastur til tann elektriska partin.
Hjá Andersens Beding kunnu tey nú hava eina tvíkilju uppi til vanligt viðlíkahald, samstundis sum ein onnur tvíkilja, sum pláss eisini er fyri í høllini, kanska skal umbyggjast ella heildarrenoverast. Nýggja høllin er 20 x 20 metrar í einari hædd, og hæddin er 14 metrar.
Eisini í nærumhvørvinum á vestara armi á Skálafjørðinum kemur tað mangan væl við at hava bedingina so nær, tí arbeiðsfólk har eru ófør at hjálpa kommunu og fólki annars við ymiskum fyrifallandi uppgávum og tænastum, sum spurt verður um.