Íslendski trolarin Málmey, sum hoyrir heima á Sauðárkróki, er á veg til Íslands eftir ein góðan túr í Barentshavinum. Morgunblaðið skrivar, at trolarin var á fiskileið í 20 dagar, og at hann hevur umleið 900 tons av toski og hýsu í lastini.
Tríggir aðrir íslendskir trolarar hava verið í Barentshavinum. Skiparin á Málmey sigur við blaðið, at fiskiskapurin hevur verið góður, men hann harmast um, at prísurin á toski er ikki serliga góður í løtuni.
Eftir stríðið um íslendska fiskiskapin í Smoguni gjørdu londini semju um, at íslendingar fingu kvotu í Barentshavinum, og síðani hava nøkur íslendsk skip verið í norskum og russiskum sjógvi á hvørjum ári.