G! aktuelli Benjamin við stakfløgu

24 ára gamli, Benjamin Petersen í Syðrugøtu, hevur í dag givið út eina stakfløgu, sum bert kann fáast digitalt á iTunes og á Spotify.

 

Á nýggju fløguni hjá G! aktuella Benjamin, sum hevur heitið Fucking Holy, eru tvey løg, harav annað hevur heitið á fløguni - og hitt kallast Hidden Roots.

 

Í desember í fjør kom Benjamin Petersen við einari fløgu - Ghost with skin - við níggju løgum á, og tí er stakfløgan, sum hann nú hevur givið út, ikki hin einasta hjá unga syðragøtumanninum.

 

- Eg havi gjørt allan tónleikin á stakfløguni, og Petur Pólson hevur gjørt tekstin. Aftrat mær havi eg Jan Rúna Poulsen, sum spælir trummur - og Mikael Blak, sum spælir bass.

 

Benjami Petersen syngur og spælir guitar, og hann sigur, at nýggja fløgan - Fucking Holy - er regulerur rocktónleikur.

 

- Klokkan 22 í kvøld verður útgávuhugni í Sirkus í Vágsbotni, har til ber at ogna sær eitt hondgjørt sereintak av stakfeløguni, og tað finnast bert 50 eintøk av hesi, sigur hann við planet.fo

 

Mynd: Eyðun Müller Thomsen