Ein hátrýstsryggur liggur í stað yvir Føroyum, men viknar spakuliga. Í næstu viku liggur eitt stórt lágtrýstsøki mest sum í stað um bretsku oyggjarnar og Norðsjógvin og eitt brúgvalag við regni og ælæaveðri nærkast Føroyum av suðri. Tað stegðar tó sum frá líður upp og viknar. Frá mikudegnum streymar kaldari luft oman yvir Føroyar av landnyrðingi.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Turt og møguliga sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig. Um kvøldið og náttina verður framvegis lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Turt og sum frá líður skýggjað og hitin millum 6 og 9 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landnyrðing. Fyri tað mesta turt og stundum sól. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, kanska upp í 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Fyri tað mesta turt og samdrigið. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og í løtum regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og møguligir sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.