Góða Leila.
Sorg nívandi fund
um midnáttar stund
pínandi sár
rennandi tár
tín reyst hoyrist røða
fyri rætti at bløða
tín lekjandi tala
ein friðsom sæla
gav tjóðini mót
manga heilsubót
vísdóms kvinna
mangan gav linna
visti at siga
og um at tiga
umsorgar kín
eins og silvurlín
brádliga fórt
tómlendi stórt
taða hvønn teig
varðar á leið
títt smíl stendur trygt
og tað, ið er bygt
hvíl í frið
við frelsarans lið
vit síggjast – farvæl
-----
Kristina Toftegaard










