Góða­foss á land í Noreg

Íslendska farmaskipið Goða­foss, sum felagið Eim­skip eigur, sigldi í kvøld á eitt riv við oynna Hvaler í Østfold nak­­að sunnan fyri Oslo.

Eitt skip hjá norsku mynd­ug­leik­u­num er
á staðnum, og skip­ar­in segði við NRK í kvøld, at Goðafoss hev­ur slag­síðu, og at fitt av olju er á sjónum. Veðrið er gott á leiðini.
Norska bjarg­ing­ar­tæn­ast­an sigur, at um­leið 800 tons av olju eru í íslendska skip­­i­num, og at olja renn­ur úr tveimum tang­um miðskips, sum taka 250 tons hvør. Sam­bært ís­lendsku fjøl­miðl­u­num var Goðafoss á veg úr Hels­ing­borg í Svøríki til Fred­e­rikstad í Noregi, tá ó­happið hendi. 14 mans eru við skipinum, og eingin teirra fekk mein av hendingini.
Goðafoss er 165 metr­­ar langt og merkt 17.000 tons. Skipið er bygt í 1995. Goð­afoss er bingj­­­u­skip, og nú ski­pið fór á land, hevði tað 493 bingjur umborð.