Hósmorgunin seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 100 tons av fiski á uppboðssølu fyri slakar tvær miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 19,38 krónur fyri kilo.
Nógv tann størsti parturin av fiskinum á søluni var toskur, umleið 40 tons tilsamans. Mest var av toski 3 og toski 2, ávikavist 20,5 og 10,9 tons, og her var miðalprísurin 20,56 og 21,92 krónur fyri kilo.
Bert ein lítil nøgd var av toski 1, sum fekk miðalprísin 22,83.
Næst størsta nøgdin á marknaðinum var tunga, stívliga 18,5 tons tilsamans, og her lá miðalprísurin neyvt á 17,27 krónum fyri kilo.
Eini átta tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2 og hýsu 3, og her var miðalprísurin ávikavist 20,18 og 17,88 krónur fyri kilo.
Umframt at væl fekst fyri tosk og hýsu á marknaðinum hósmorgunin, lyftu serliga svartkalvi og havtaska undir samlaða miðalprísin.
Eini 11 tons vóru av havtasku, har besti miðalprísurin var 28,91. Umleið níggju tons vóru av svartkalva, og her nærkaðist miðalprísurin 32 krónum fyri kilo.
Smærri nøgdir av øðrum fiskasløgum vóru eisini á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya hósmorgunin, og eitt nú vóru nøkur tons av kongafiski, blálongu og longu.