Hvussu var ólavsøkukabarettin?
? Hon var góð.
Hvat liggur í hesum eina orðinum, sum vit hervið hava heft upp á kabarettina.
Tað kundi verið at hon var góð í mun til ólavsøkukabarettirnar farnu árini, men tygara ummælari hevur ikki havt møguleika at sæð ólavsøkukabarettirnar tey farnu fýra árini, so setningurin »Í mun til hana í fjør, er hendan kabarettin góð« fer ikki at koma fyri í ummælinum.
Í orðinum góð liggur altso ikki nøkur mongdargrundað góðskumeting ei heldur eitt stiggevandi ummælaraparametur.
Upplivingin
Góð fevnir um ta uppliving áskoðarin fær hendan hálvanannan tíman framman fyri ólavsøkupallin í Sjónleikarhúsinum í Havn, meðan teir fimm leikararnir og fýra tónleikararnir geva alt, teir kunnu. Tí hendan uppliving er - góð.
Ólavsøkukabarettin 2000 hevur nevniliga ta stóru styrki, at so at siga allir tær umleið tredivu sketsjirnir eru stuttligir.
Langt er ímillum aldudalarnar, og hesir eru stuttir. Av tí sama hjálpir hvør sketsjur tí næsta á veg, tí áskoðarafjøldin skal sjáldan hitast upp aftur.
Fjøldin fær ongantíð tíð at kølna og tí verður hatturin hervið tikin av fyri.
Fimm pluss fýra
Sjónleikararnir í kabarettini eru bara fimm í tali. Men teir fylla nógv á pallinum. Undir pallinum sita fýra tónleikarar, sum eisini fylla nógv í ljóðmyndini, men sum megna at dempa seg heilt niður, tá sangur er á pallinum.
Kortini er tað onkuntíð eitt sindur ringt at hoyra orðini í sangunum, tí fyri tað mesta verður sungið uttan mikrofon. Tey fimm á pallinum eru annars øll habilir sangarar, og høvdu tí megnað at sungið ígjøgnum ljóðútgerð og burdu kanska umhugsað tað til eina aðru ferð.
Úrlatin offur
Tað er lætt at gera eina kabarett stuttliga við at gera hana grova, men Ólavsøkukabarettin í ár heldur seg sjálva í skinninum og fer sjáldan serliga langt út um markið fyri tað sømiliga.
Kortini er hon ógvuliga undirhaldandi.
Navnnevndir persónar, almennir og »hálvalmennir«, fáa nokkso pena viðferð, men nakrir ávísir meiningir persónar, ið ikki beinleiðis eru navnnevndir, men kortini kendir, verða harðliga úrlatnir á pallinum í Sjónleikarhúsinum í hesum døgum.
Og hóast tað mesta gongur sømiliga og væl fyri seg, so skal tað vera sagt, at børn kortini eiga at fylgjast við foreldrunum, tá tey fara til kabarettina.
Tí so óskyldig er hon heldur ikki.
Teir aktuellu eru best
Tað er ofta lætt at gita hvat verður skemtað við á einari ólavsøkukabarett, tí hon er í sær sjálvum ein speisk viðmerking til tað, sum hendir Í landinum.
Onkrir sketsjir eru púra óheftir at tí, sum fyriferst í Føroyum í løtuni, men teir stuttligastu og best eydnaðu á Ólavsøkukabarettini 2000 eru rótfestir í tí, sum er hent ígjøgnum árið og upptekur fólk her á landi.
Klaksvíksstríðið - tað við skotbardøgum, løgreglu og so framvegis, er upplagt at skemta við, men nokkso ringt at fáa stuttligt. Kabarettin megnar tó uppgávuna í fyrstu atløgu, men so fara fingrarnir ov langt niður í spannina, og tað stuttliga fer av sketsjini, áðrenn hon er liðug
Tekur dystin upp við Lindina
Tað sum er enn verri at skemta við, er bønartímin á biðistøðini Lindini. Hesir bønartímar eru so víttgangandi og ørir í sínum veruliga líki, at ein sketsj, har leikararnir sótu í Lindarstudionum og spældu bønarfólk aldri hevði kunnað blivið annað enn ein minnið víðgongd útgáva av einum bønartíma í Lindini, sum havnarfólk sita og flenna at dagliga.
Og hvat er so at gera - jú, man tekur ein veruligan bønartíma upp á band og spælir hann - bert eitt lítið sindur kutaðan - fyri áskoðarafjøldini, sum flennur sær tár í eyguni.
Hvat kabarettin annars kemur upp við at grumsið frá botninum í føroysku samleikasálini skal ikki verða gjøgnugingið her, men sparast til upplivingina í Sjónleikarhúsinum.
Tí hon er góð.










