Fysiskt aktivur við stomi

Hvussu kanst tú - hóast stomi-skurðviðgjørdur - vera fysiskt aktivur?

- Hugnakvøld fyri fólk, sum hava stomi og avvarðandi teirra verður mánadagin 7. apríl klokkan 16.30-19.30 á Hotel Føroyum.

 

Tað veit Krabbameinsfelagið at siga í dag.

 

Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur, fer at siga frá, hvussu tú, hóast stomi-skurðviðgjørdur kann vera fysiskt aktivur. 

 

Umframt at tosað verður um stomi, verður eisini á hugnaløtuni tosað um húðtrupulleikar.

 

Anne Hauge Rasmussen, sjúkrarøktarfrøðingur og Mette Bundgaard, produktserfrøðingur hjá Dansac & Hollister Danmark, fara at greiða frá, hvussu til ber at basa húðtrupulleikum, stórum sum smáum.