Fysioterapeuturin útdelegeraði mýkingina

Tað var ikki hissini uppgáva, sum danski fysioterapeuturin hjá hondbóltskvinnunum hevði á Cypros.

Við 15 spælarum, sum meira ella minni vóru fyrilagstar eftir eina strævna dystarskrá, var tørvurin á viðgerð ógjørligur at nøkta hjá einum einsamøllum fysioterapeuti. Ráðaleys var Tina Jacobsen tó á ongan hátt. Her hevur hon sett allar spælararnar í eina langa røð, og so er nóg mikið hjá henni við einari viðgerð, hóast allar 15 sleppa at fáa nakað av vøddamýking.