Fýrverk stolið úr bingju í Havn

- Sambært eigaranum er fýrverk stolið fyri einar 9.000-10.000 krónur, sigur løgreglan.

 

Myndin er tilvildarlig.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt innbrot í eina bingju í vesturbýnum í Havn.

 

Hetta var ikki ein tilvildarlig bingja, men ein bingja við fýrverki. 

 

- Tað var, tá fýrverkssølan skuldi lata upp í gjár, at eigarin staðfesti, at onkur hevði verið í bingjuni og stolið fýrverk.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at sambært eigaranum er fýrverk stolið fyri einar 9.000-10.000 krónur.

 

- Vit hava onkur spor at ganga eftir, og hetta málið verður nú kannað nærri, sigur løgreglan í morgun.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.