Í kvøld verður helmingurin av sætta og seinasta umfari í bólkaspælinum í Champions League. Tað er bara spenningur í bólki D í kvøld, har Tottenham, Sporting, Eintracht Frankfurt og Marseille hava alt at spæla fyri.
Bólkur A:
Bæði Napoli og Liverpool hava tryggjað sær víðari luttøku. Liverpool skal nú vinna stórt á heimavølli í seinasta umfarinum, fyri at yvirhálað Napoli á fyrsta plássinum. Heili 4-0. Rangers skal somuleiðis vinna stórt á Ajax, um teir skulu víðari til Europa League.
Liverpool – Napoli (20.00)
Rangers – Ajax (20.00)
1: Napoli 15
2: Liverpool 12
3: Ajax 3
4: Rangers 0
Bólkur B:
Belgiska Club Brugge hevur tikið øll á bóli og er víðari úr bólkaspælinum, men í kvøld snýr tað seg um at halda fast í 1. plássinum í bólkinum. Tað krevur ein sigur, um FC Porto vinnur sín dyst á Atletico Madrid.
Bayer Leverkusen – Club Brugge (17.45)
FC Porto – Atletico Madrid (17.45)
1: Club Brugge 10
2: FC Porto 9
3: Atletico Madrid 5
4: Bayer Leverkusen 4
Bólkur C:
FC Bayern Muchen og Inter Milan eru víðari sum ávikavist nummar eitt og nummar tvey. FC Barcelona endar á triðja plássi og skal spæla í Europa League eftir ársskiftið.
Viktoria Plzen – FC Barcelona (20.00)
Bayern Munchen – Inter Milan (20.00)
1: Bayern Munchen 15
2: Inter Milan 10
3: FC Barcelona 4
4: Viktoria Plzen 0
Bólkur D:
Øll liðini hava ein møguleika at spæla seg víðari á seinasta leikdegnum. Eintracht Frankfurt vann seg av aftasta plássinum við einum 2-1 sigri á Marseille, meðan Tottenham bara fekk javnleik á heimavølli móti Sporting í næstseinasta umfarinum.
Í suðurfranska býnum Marseille hava tey í nátt roynt at órógva náttarsvøvnin hjá Harry Kane og hinum spælarunum hjá Tottenham. Helst er talan um viðhaldsfólk hjá Marseille, sum hava skotið við fýrverkið. Marseille skal vinna dystin í kvøld, fyri at koma víðari, Tottenham klárar seg við javnleiki.
Sporting – Eintracht Frankfurt (20.00)
Marseille – Tottenham (20.00)
1: Tottenham 8
2: Sporting 7
3: Eintracht Frankfurt 7
4: Marseille 6