Fyrstur av sínum slag í fleiri øldir

Kannað verður nú, um tað ber til at framleiða føroyska seyðaost. Fyrstu royndirnar eru longu framleiddar.

Mortan í Hamrabyrgi hevur saman við føroyskan bónda framleitt ein føroyskan seyðaost í samband við einari verkætlan. Helst er hetta fyrsti seyðaostur, sum er framleiddur í Føroyum í øldir. Heimildir sigast at vera frá víkingatíð um føroyskan seyðaost, men í nýggjari tíð hevur ikki verið siður at gagnnýtt mjólkina annað enn til lambið til kjøtframleiðslu. Endamálið við verkætlanina er at vísa á, at tað ber til at framleiða seyðaost í Føroyum og við góðum úrsliti enntá. Dentur er lagdur á, at osturin skal vera so natúrligur sum gjørligt og so lítið ávirkaður av mannahondum sum gjørligt. Tað er smakkurin av føroysku náttúruni, sum er í hásæti. Eins og við okkara ræsta.


Tað er greitt at seyðurin í Føroyum ikki er vanur at blíva mjólkaður, men eins og við øllum búnaðardjórum ber til at venja.


Sigast skal beinanvegin, at osturin smakkar væl og rúmar nógvar møguleikar. Hesir ostar hava lagrað umleið 10 vikur.


Enn er verkætlanin á royndarstøði og tískil er føroyski seyðaosturin ikki søluvøra enn.


Har eru nógv viðurskifti sum skula roynast, men í hesum tíðum sum føroyski landbúnaðurin stendur á einum vegamóti, kann tað vera áhugavert at kanna óroynt tilfeingi, í hesum føri at vita um potentialið í seyðamjólkini er gastronomiskt og búskaparliga rentabult.