Fyrstu video-klippini á portalinum

Sunnukvøldið og mánamorgunin vóru video-brot at síggja á alnetinum. Talan er fyrstu livandi ítróttarmyndirnar, sum Miðfelagið hevur framleitt til alnetið

Ítróttur

Fyri trimum vikum síðani gjørdu Miðlafelagið og ÍSF avtalu, sum gav Miðlafelagnum loyvi at senda livandi ljóð og myndir frá føroyskum ítrótti.
Fyrsta úrslitið av hesi avtaluni sæst nú portalinum. Á høvuðssiðuni ber til at velja kykmynd, og síðani opna hesar eitt nýtt vindeyga, har klippini verða sýnd.
Talan er um royndaravtalu, og at byrja við er framleiðsluorkan avmarkað, og verður talan tí ikki um klipp frá eitt nú øllum dystunum i Formula-deildini. Hinvegin verður miðað eftir at hava ein breiðan dekning av føroyskum itróttartilfari. Eitt nú er talan hetta vikuskifti um myndir frá tveimum dystum í Formula-deildini, umframt at kappróður og renning frá jóansøkuni eisini verður at síggja.
Best er, um teldan, sum tu situr við, hevur breiðband, ta hyggjast skal at klippunum. Neyðugt er eisini at hava Windows Media Player.