Tað krevur sín mann, tá tú skalt dystast við heimsmeistararnar, men tað tykist kortini ikki, sum um føroysku spælararnir óttast italiumenn.
Heldur er talan um spenning um eina avbjóðing, sum kanska ongan tíð kemur aftur, og hvør tann einasti av spælarunum man hava tendringina í lagi longu nú.
Til fyrstu venjingarnar vóru fysiskir testir á skránni, umframt at bólturin eisini kom upp í leikin. Ferðin av venjingini var heilt góð, og tað er hugaligt at staðfesta, at allir mans eru klárir. Einans Súni Olsen tók sær eitt sindur av løttum, nú hann hevur drigist við skaða, men hann sigur seg eisini vera til reiðar at tørna út leygardagin.