Rasmus Effersøe, sum seinastu 89 árini hevur staðið á Tinghúsvøllinum, sæst ikki longur. Tað er ikki tí, at hann er burturbeindur, men høgur garður er settur upp, har ein nýggj Havnará verður gjørd í hesum døgum.
Og hesum hevur Tjóðveldi gjørt sær dælt av við at seta upp fyrstu valplakatirnar, sum eru at síggja í Føroyum í sambandi við Fólkatingsvalið, sum í gjár varð flutt ein dag fram og verður hildið í Føroyum 31. oktober.
Fyri Tjóððveldi stilla øll løgtingsfólkini upp – uttan Páll á Reynatúgvu. Eisini stillar fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaðurin Magni Arge upp, og Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum og fyrrverandi skrivari hjá Høgna Hoydal og Edmundi Joensen á Fólkatingi.
Í Danmark vóru forfólkini í ymsu flokkunum úti við valplakatum á middegi í gjár, tí sambært lógini kundu tey ikki fyrr enn tá seta upp valplakatir, sum skulu vera burturbeindar átta dagar eftir valið.
Í Føroyum eru reglarnar ikki so ítøkiligar – men tað er ikki vanligt, at plakatirnar koma so tíðliga upp, sum í Danmark.
Fara vit nøkur tíggju ár aftur í tíðina, so komu valplakatirnar ikki upp fyrr enn kvøldið fyri valið. Men hetta er nógv broytt síðstu árini – og tað fara uttan iva at koma nógvar plakatir upp næstu dagarnar.
##med2##