Í røðini av fólkum, ið bíða at sleppa inn á tjaldingarstaðið, er sum vanligt tann tiltikni Camp Skopunhagen.
Ungu menninir úr Sandoynni, ið manna Skopunhagen, vóru blíðir og tíðir har teir bíðaðu eftir at tjaldingarplássi lat upp, meðan sólin skein.
Teir vóru tíðliga á føtum í morgun, tí longu kl. 6.30 vóru teir á staðnum fyri at tryggja sær fremstu plássini, tá tjaldingin letur upp seinnapartin í dag.