Fyrstu tilfeingisprógvini handað

- Hesi skrivaðu skúlasøgu í gjár

 Í gjár var fingu 19 næmingar prógv Fiskivinnuskúlanum.

 

Tey eru samstundis tey fyrstu nakrantíð, sum fáa hetta prógvið, síðan nýggja gymnasiala miðnámsskipanin fór av bakkastokki í 2013. Tískil skriva tey føroyska skúlasøgu.

 

Tilfeingisbreytin er ein føroyskt uppfinnilsi, sum ikki er aðrastaðni.

 

- Tí er nýggja breytin ein spennandi roynd at skipa eina gymnasiala útbúgving, sum er málrættað til føroyska samfelagið, men sum eisini kann nýtast í altjóða høpi, siga tey á fiskivinnuskúlanum.

 

Hesi fingu prógv: Arngrímur Joensen, Kvívík, Ása E. Nielsen, Sandavágur, Astrid L. í Garðastovu, Vestmanna, Bjartur L. Nikulásson, Skopun, Bjørg M. Rubeksen, Tórshavn, Durita E. Hansen, Kollafjørður, Eli Joensen, Kollafjørður, Eva Kjæld Hansen, Tórshavn, Hans Meinhard í Eyðansstovu, Mykines, Hansa Frederiksberg, Nes, Janhild Jensen, Vestmanna, Jonita á Plógv, Sandavágur, Karina í Soylu Joensen, Tórshavn, Linda Elisabet á Geilini, Tórshavn, Poul Eli Johannesen, Skála, Sára N. Arabo, Oyrareingir, Sascha D. Niclassen, Miðvágur, Sólbjørg H. Ørvarodd, Hoyvík og Tóki Berg Mikkelsen, Tórshavn