Á Dímunargarði í Stóru Dímun lata tey væl grøðini higartil í ár, og her siga tey, at eitt nú mairøturnar hava vaksið væl.
Longu fyri 10-14 døgum síðan kundu tey á garðinum boða frá, at fyrstu mairøturnar eru farnar í handlarnar kring landið.
- Røturnar hava vaksið væl í summar, og tískil eru tær eisini nakað fyrr í handlunum enn undanfarin ár.
Tað eru umleið tveir mánaðir síðan, at rótavelturnar í Stóru Dímun vórðu sáddar.
- Veðrið hevur verið við okkum, so størri parturin av veltunum eru nú sáddar, søgdu tey á Dímunargarði í mai.
Størsti parturin av veltunum verður brúktur til kálirabi og hvíta mairót, men her eru eisini onnur salat- og kálsløg.
Á Dímunargarði miðjaðu tey eftir, at fyrstu mairøturnar skuldu brúkast til at bryggja burturúr.
Mai-rótabryggið, sum kom á marknaðinum í 2019, varð djúsað á Dímunargarði, men bryggjað hjá Okkara.
- Nú vit hava fingið okkum útgerð, er ætlanin, at øll framleiðslan skal gerast her úti, søgdu tey í Stóru Dímun, tá rótavelturnar vórðu sáddar.
##med2##