Í dag fingu fyrstu pisurnar prógv í nýggja skúladeplinum í Suðuroynni. Fyrsta pisan í nýggja skúladeplinum í Heiðunum var Anna Maria Augustinussen, ið fekk húgvuna á høvdið í morgun Vanliga verður skúladepilin nevndur skúlin í Hovi, men hann liggur í Porkerishaga, og rætta navnið sigst vera Skúladepilin í Heiðunum.
Í øllum førum eru fyrstu pisurnar nú klaktar í nýggja skúladeplinum í Suðuroynni. Fyrst at fáa húgvuna á høvdið var Anna Maria Augustinussen úr Vági. Hon gjørdist sostatt fyrsta pisan, ið er klakt í nýggja skúlanum.
Eini 32 pisur fáa prógv í ár, og týsdagin (í morgin) skuldu allar ætlandi gingið við húgvuni á høvdinum.