Fyrstu oyggjaleikirnir við interneti

OYGGJALEIKIR: Hoyr fyrrverandi ítróttarredaktørin hjá Miðlahúsinum greiða frá arbeiðsumstøðunum til oyggjaleikirnar fyrst í hesi øldini

Nógv er broytt síðani aldarskiftið, tá oyggjaleikirnir vóru á Isle of Man í 2001, og á Guernsey í 2003.

 

Á oyggjaleikunum á Isle of Man í 2001 var bara eitt stað har internet var til miðlafólkini, og har mátti ein halda seg um nakað skuldi leggjast út á netið frá oyggjaleikunum. Hetta fortaldi fyrrverandi ítróttarskrivarin hjá Miðlahúsinum í samrøðu Rás2 gjørdi við hann í 2011.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jákup Mørk greiða frá hvussu tað var at verða miðlamaður til oyggjalekirnar fyrst í hesi øldini.

 

Tá skuldi sera nógv skrivast til blaðið, tí tá vóru tíðindaportalarnir ikki so umfatandi sum í dag.