Fyrstu myndirnar av Volvo XC90

Volvo Cars almannakunngera nú fyrstu myndirnar av einum nýggjum SUV, Sport Utility Vehicle. XC90 verður tann størsti í nýggju XC røðini hjá Volvo. Verkætlanarleiðarin hjá Volvo, Hans Wikman, sigur at endamálið hevur verið at gera bilin til ein tann mest spennandi og trygga bilin á marknaðinum

 

Tá Volvo koma á marknaðin við einum nýggjum bili, er eitt av endamálunum at sláa fast at teir ganga á odda á trygdarøkinum. XC90 er onki undantak, hvat viðvíkur aktivari og passivari trygd. Til dømis hava teir fleiri nýggjar tekniskar loysnir, um tað skuldi hent at bilurin fer út av vegnum og rullar fleiri ferðir runt.

Sjey sitipláss

Tað nútímans designi, saman við góða plássinum innan, gevur bestu fyritreytir fyri einum praktiskum bili. Hann kann hava upp til sjey sitipláss, har øll tey ferðandi venda frameftir. XC90 fæst við 5 og 6 syl. bensinmotorum, og teimum nýggju 5 syl. dieselmotorunum hjá Volvo, ið allir eru turboløddir.

Framleiðast í Torslanda

Framleiðslan byrjar í 2002 á verksmiðjuni hjá Volvo Cars í Torslanda í Svøríki, har fleiri av teimum størru Volvo bilunum verða framleiddir. Teir vænta at 65 prosent av XC90 fara til norðuramerikanska marknaðin, 25 prosent til Evropa og 10 prosent til onnur lond. Bilurin verður alment sýndur fram á Detroit Motorshow í januar.


Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S