Fyrstu mánaðirnir hava roynst væl í Sandoy

Serliga á Sandi hevur vøksturin í skattainntøkunum verið stórur í januar og februar

Í øllum kommununum í Sandoy er vøksturin í kommunuskattinum tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár hægri enn miðal vøksturin í kommunuskattinum sum heild.

Miðalvøksturin í kommunuskattinum samantalt fyri januar og februar er 12,14 prosent.

Í teimum fýra kommununum í Sandoy er vøksturin hægri enn so.

 

Nógv tann størsti vøksturin er í Sands kommunu, har hann fyri tveir teir fyrstu mánaðirnar var 26,45 prosent. Skattainntøkan hetta skeiðið var 2.689.195 krónur. Meirinntøkan var 562.439 krónur.

 

Í Skálavíkar kommunu var vøksturin 19,35 prosent. Skattainntøkan var 991.364 krónur, og meirinntøkan var 160.762 krónur.

 

Í Skopunar kommunu var vøksturin 14,96 prosent. Skattainntøkan var 2.358.563 krónur, og meirinntøkan var 306.925 krónur.

 

Í Húsavíkar kommunu var vøksturin 14,77 prosent. Skattainntøkan var 488.901 krónur, og meirinntøkan var 62.920 krónur.

 

Í Skúvoyar kommunu var vøksturin undir miðal. Lutfalsligi vøksturin var 9,91 prosent. Inntøkan var 180.124 krónur, og meirinntøkan var 16.240 krónur.

 

Í øllum kommununum eru skattaprosent og barnafrádráttur óbroytt sammett við 2018.

 

Á Sandi er kommunuskatturin 21,00 prosent og barnafrádrátturin 8500 krónur.

Í Skopun er kommunuskatturin 21,50 prosent og barnafrádrátturin 6000 krónur.

Í Skálavík er kommunuskatturin 22,00 prosent og barnafrádrátturin 7000 krónur.

Í Húsavík er kommunuskatturin 21,00 prosent og barnafrádrátturin 6000 krónur.

Í Skúvoy er kommunuskatturin 16,00 prosent og barnafrádrátturin 8000 krónur.

 

Sambært Hagstovuni so minkaði arbeiðsloysi í Sandoy úr 1,8 og niður í 1,4 prosent í tíðarskeiðnum frá desember 2017 og fram til desember 2018.

Hagstovan leggur aftrat, at hóast fólkatalið í Sandoy er minkað seinastu fimm árini, so er løntakarafjøldin vaksin. Lutfalsliga er fólkatalið í Sandoy minkað við fýra prosentum seinastu fimm árini, meðan talið á løntakarum er vaksið við fjúrtan prosentum frá 2013 og fram til 2018.