Fyrstu málini Tróndur varpaði út í 2017

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði, tá B36 og Víkingur fingu mál í Sarpugerði í Norðragøtu í dag

Fyrstu frásagnirnar hjá Tróndi Arge av málum í effodeildini 2017 eru komnar í kassan.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum, sum komu í dystinum millum Víking og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, sum endaði við javnleiki 1-1.

 

Í komandi umfari hava bæði liðini stórdystir á skránni. B36 tekur ímóti KÍ, og Víkingur vitjar NSÍ í Runavík.

 

Víkingur – B36 1-1 (0-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz, 13.

1-1: Gunnar Vatnhamar, 71.